Adeola Runswene, nýggjur áleypari hjá ÍF (Mynd: ÍF)

ÍF styrkt seg við áleypara

Niels Petersen

28.02.2017 - 13:58

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

ÍF hevur ikki bíða ov longi við at styrkja sær um álopspartin, eftir at tað bleiv greitt, at Clayton Soares ikki fekk nýggjað sítt uppihaldsloyvi. Í vikuskiftinum skrivaði felagið undir eitt ára sáttmála við nigerianska álopssinnaða leikaran, Adeola Runswene. Hetta boðar ÍF frá á heimasíðu síni.

Adeola Runsewe er 27 ára gamal, og hevur royndir frá donsku superliguni, 1. og 2. deild, har hann hevur umboðað FC Midtjylland, Skive, Vendsyssel, Silkeborg og HB Køge.

Á heimasíðuni stendur millum annað, at "Ade" er ein kvikur leikari, sum er førur fyri at spæla á nærum øllum teimum fremstu plássunum.

Umframt at hava spælt á høgum støði í Danmark hevur Ade eisini verið eitt skifti í svenskum fótbólti, har hann umboðaði Trelleborg FF. So tað tað er nógv sum tíðir á, at ÍF hevur fingið ein ordans fong í nýggja áleyparanum.