ÍF vann í gjár 3-1 á Mjølni á Kambsdali (Mynd: Savnsmynd)

ÍF vann oddadystin

Agnar Frederiksen

20.01.2018 - 13:12

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

ÍF vann í gjárkvøldið 3-1 í oddadystinum í meistardeildini hjá monnum. ÍF basti Mjølni á heimavølli. 

ÍF vann fyrstu tvey settini, áðrenn Mjølnir svaraði aftur og vann 25-15 í triðja setti. Men í seinasta settinum setti ÍF tingini uppá pláss, og vann 25-20.

Harvið er munurin millum Mjølnir og ÍF nú fimm stig. Mjølnir er framvegis oddalið, og hetta var fyrsta tapið hjá Mjølni í landskappingini síðandi fyrsta umfar. 

ÍF og Mjølnir hittast eisini í aðrari hálvfinaluni í steypakappingini, har lagt er upp til ein spennandi dyst.

Í morgin spæla SÍ og Fleyr í Sørvági.


19-01

ÍF - Mjølnir 3-1

25-20, 25-14, 15-25, 25-20
   



beint nú