- Ikki bara Obama sum kann skapa frið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

04.06.2014 - 21:21

Tíðindi > Mentan > Uppaling & skúlaskapur

Í hesum døgum fáa fleiri av okkara skúlum vitjan av fleiri rennarum, sum allir ynskja tað sama: Frið í heiminum.

Her er talan um friðarrenningina við heitinum ”Sri Chinmoy Oneness-Home Peace Run”, sum á øðrum sinni vitjar í Føroyum.

Fólkini hava sett sær fyri at renna allan vegin sunnast úr Akrabergi til norðast á Ennibergi, samstundis sum tey greiða børnunum frá endamáli teirra.

Vitjanin byrjaði fyrradagin, tá tríggir skúlar í Suðuroy vóru vitjaðir, og í morgun vitjaðu tey á Velbastað og í Havn.

- Børnini hava tikið sera væl ímóti okkum og boðskapi okkara. So higartil hevur ferðin eydnast sera væl, sigur Laufey Haraldsdóttir, ið er eitt umboð fyri tiltakið við Portalin.



TAÐ STÓRA Í TÍ LÍTLA
Í morgun vóru tey og vitjaðu fimm skúlar í høvuðsstaðarøkinum – eisini Hoyvíkar skúla, har eini 60 børn lurtaðu, spurdu og sluppu sjálvi at halda friðarkyndlinum.

Endamálið við renningini og kunningini er at fáa børnini at skilja, at eisini tey – hóast tey eru børn – eisini kunnu skapa frið, har sum tey eru stødd.

- Ja, tað eru ikki bert Obama, Putin og aðrir máttmiklir menn sum kunnu skapa frið í heiminum. Børnini kunnu so sanniliga eisini gera okkurt fyri hetta, sigur Laufey Haraldsdóttir við einum brosi.

- Bara hetta lítla – men kortini so stóra – at kunna vera góður vinur við ein annan, telur við í hesum arbeiðinum.

Tað er kortini ikki bert í Føroyum at henda friðarrenningin fer fram í hesum døgum. Samstundis við at tey renna úr Akrabergi og norður til Enniberg eru onnur fólk frá átakinum í somu ørindum í USA og Kanada.

Tí kann ein siga, at føroyingar í hesum døgum eru partur av einum alheims tiltaki fyri friði.



RENNINGIN
Vitjanirnar halda fram fríggjadagin, tá vitjað verður í Leirvík, Gøtu og í Klaksvík.

Leygardagin luttaka tey í Tórshavn Marathon, og gongst sum ætlað fara tey norður á Enniberg við kyndlinum hvítusunnudag.

Meiri um ruturnar og annað í hesum sambandi kann lesast her:
 www.peacerun.org/fo


Tá tey vitjaðu í Hoyvíkar skúla í morgun, var myndamaður okkara - Jens Kristian Vang - á staðnum og tók hesar myndirnar.