Miriam Magnussen

Ikki bara samkynd sum kunnu verða víst burtur

Oda Strøm

17.02.2018 - 18:57

Mentan > Trúarlív

Tað sigur Miriam Magnussen, sum kendi seg aftur í forteljingini hjá Arna Klein Abrahamsen í sendirøðini "Gud signi Føroyar", sum varð send hóskvøldið. 

- Eg gekk hvørt evig einasta fríggjakvøld á ungdómsmøti í fleiri ár. Eg føldi, at eg hevði nógv vinfólk, og ofta var drekkamunnur heima hjá okkum í Miðvági aftaná møti.

Les eisini: - Kundi ikki koma út sum samkyndur, skuldi eg vera ein partur av umhvørvinum

Men so hendi nakað í lívinum hjá táverandi 18 ára gomlu Miriam, sum broytti lív hennara fullkomiliga.

- Eg gjørdist við barn og fortaldi hetta fyri øllum. Men eitt fríggjakvøld aftaná ungdómsmøti bleiv eg líkasum biðin um at koma afturum við tveimum har. Tey søgdu við meg, at tað var best, at eg ikki kom á møti aftur, nú eg var við barn. 

Hetta fekk stórar avleiðingar fyri Miriam, sum misti sítt sosiala netverk og kendi seg einsamalla.

- Eg gloymi tað aldrin aftur! Uppá eitt kvøld misti eg alt samband við umleið 50 fólk í mínum lívi. Eg hoyrdi ongantíð nakað aftur frá teimum. Onkur einkultur kom at vitja meg, aftaná eg hevði átt, kanska tí tey kendu seg illa. Eg helt, tey vóru míni vinfólk.

- Mann verður so skuffaður, tí mann heldur hesi fólkini eru har fyri ein. Tað siga tey. Men tað er tó bara so leingi sum mann passar í teirra kassa. Hetta er tó 23 ár síðan, so eg vóni, at tingini er broytt, sigur Miriam Magnussen at enda. 

Sí fyrsta part av sendirøðini "Gud signi Føroyar" her