Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ikki boðið Laksáfoss upp í flokkin

Sverri Egholm

02.04.2018 - 17:21

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Løgmaður hevur enn ikki tosað við Magna Laksáfoss ella bjóðað honum upp í Javnaðarflokkin, men hann sær góðar møguleikar fyri samstarvi við uttanflokkatingmannin.

- Eg haldi meg vita, at Magni Laksafoss ikki er heilt ósamdur við samgonguni í fleiri av teimum stóru málunum, samgongan hevur sett sær fyri, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, við útvarpið í dag.

Millum annað vantar samgonguni meiriluta fyri uppskotinum um veiðigjøldini, og millum annað um hetta fer løgmaður at seta seg í samband við Magna Laksáfoss um, veit útvarpið.

Tað var leygardagin, at Magni Laksáfoss boðaði frá, at hann tók seg úr tingmanningini hjá Sambandsflokkinum. Hetta kom í høvuðheitum eftir, at hann var vrakaður sum næstformaður á landsfundinum fyrr í hesum mánaðinum.