Mynd: EPA

Ikki fleiri upplýsingar frá løgregluni í kvøld

Sverri Egholm

19.12.2016 - 23:54

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Myndugleikarnir í Berlin boða í kvøld frá, at løgreglan ikki kemur við fleiri upplýsingum um hendingina í týska høvuðsstaðnum í kvøld.

Men um middagsleitið í morgin verður tíðindafundur, har Michael Müller, borgarstjóri í Berlin og Andreas Geisel, ráðharri, fara at greiða nærri frá hendingini.

Hendingin fór fram fyrr í kvøld, tá ein lastbilur rendi inn í eina mannamúgvu á einum jólamarknaði í Berlin. 9 doyðu av løstinum og 50 eru særd. Eingin hevur enn tikið ábyrgdina av hendingini, og tí er enn óvist um talan var um eitt óhapp ella um yvirgang. Jólamarknaðurin liggur beint við Gedächtniskirkjuna við væl umtóktu handilsgøtuna Kurfürstendamm

Tveir persónar vóru í lastbilinum, og annar av teimum er handtikin. Hin varð dripin á staðnum. Enn er óvist hvørjir hesir persónarnir eru.