Savnsmynd (Mynd: Livar Nysted)

- Ikki fyrr enn fyrstu líkposarnir koma úr tunlunum kemur ein farri av sympati

Sverri Egholm

19.02.2018 - 21:42

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tað fall ikki í góða jørð norðanfyri, at Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í kvøld í útvarpinum segði, at tunlarnir norð um fjall ikki verða gjørdir fyrr enn Hvalbiartunnilin er liðugur.

- Haldi tað er við at koma greitt fram nú at Kristina og Ruth spæla hund og villeiða fólk fyri at rættvísgera at einki gera. Kristina Háfoss villleiðir, tí alternativa verkætlanin tekur ongar pengar frá landinum fyrr enn í 2021.

Tað sigur Hjalmar Zachariassen úr Hvannasundi. Hann sipar til alternativa uppskotið, sum Hvannasunds kommuna og Viðareiðis kommuna hava gjørt í felag, og sum andstøðulimir hava lagt fyri tingið. Uppskotið varð til 1. viðgerð í farnu viku.

- Landið hevur sett 70 milliónir av um árið til verkætlanina fyri 2021, 2022, 2023, 2024 Teir penganir vera avheintaðir tá sum avtala. Um 3 ár. Ikki nú, vil hann vera við.

- Norðoyartunnilin lænir pengar nú til fara í gongd við verkætlanina, byggir tunlanir og so eru øll glað. Landið byrjar at seta 70 mió um ári í 2021 - Norðoyartunnulin fær so teir penganir at koyra niður í lánið tá. Einaferð í 2025-2026 er øll skuld burtur og tunnulin hevur longu tá verið til ágóða fyri land og fólk í nógv ár, sigur Hjalmar Zachariassen.

- Tað er nokk ikki fyrr enn fyrstu líkposarnir koma úr tunlunum at ein farri av sympati kemur. Tær skilja bara ikki, at trygdin er null og støðan er super kritisk. Og tað er bara spurningur um tíð til tað verður fatalt, sigur Hjalmar Zachariassen.

Sambært nýggjastu tølunum hjá Landsverki koyra fleiri enn 1300 bilar gjøgnum trongu tunlarnar norð um fjall um dagin.

- Vit hava eina íløguætlan og ein íløgukarm at halda okkum til. Tað ber ikki til at fara í gongd við so nógvar tunlar í senn. Vit eru í gongd við Eysturoyar- og Sandoyartunlar og fara í gongd við Hvalbiartunnilin, og eftir tað fara vit í gongd við tunlarnar norð um fjall, segði Kristina Háfoss við útvarpið í kvøld.

Sambært íløgukarmunum byrjar arbeiðið uppá tunlarnar norð um fjall í 2021.

Les eisini: Kristina Háfoss: - Ikki fyrr enn Hvalbiartunnilin er liðugur

Les eisini: Ruth Vang: - Nú oyðilegði eg tann góða stemningin