Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ikki fyrstu ferð í ár at grindamenn fara tómhentir heim



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

20.06.2018 - 05:42

Tíðindi > Samfelag & politikkur > Grind

Tá ein størri bátur, ávegis til fiskiskap, í gjár helt seg síggja grind 4 fjórðingar eystur úr Porkerisnesi vísti tað seg ikki at vera grind. Bátar vórðu sendir út, og skjótt bleiv staðfest at talan var um ein bólk av stórhvali.

Men tað er ikki fyrstu ferð í ár, at bátar mugu heimaftur við ongum, tí talan er ikki um grind hóast alt. Eitt frálíkt kort sum Faroe Islands Whale Watch hevur gjørt, vísir hvørjir hvalir eru sæddir, og hvar teir eru sæddir seinastu árini.

Millum annað 11. juni hildu tey á Smyrli seg síggja grind eystan fyri Froðba, men tá bátar fóru at leita og funnu grindina bleiv staðfest, at tað vóru Risso springarar. Tað slagið er friðað, og tí varð einki gjørt.

Eisini hava kúlubøkur verið at sæð kring oyggjarnar, og onkur hvalur eru skolaður upp á land fyrr í ár.

Síggj yvirlitið her