Vevmynd av Gjáarskarði (Mynd: Landsverk)

Ikki koyrandi eftir Gjáarvegnum og Oyndarfjarðarvegnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

07.12.2017 - 07:10

Tíðindi > Veðrið

Tað er sera nógvur vindur kring landið longu nú klokkan er farin beint av sjey. Veðurstøðirnar hjá Landsverki, sum síggjast á forsíðuni boða millum annað frá hvirlum upp í 49 metrar um sekundi viðå Norðadalsskarð, 40 m/s við Gøtueiði, og 39 m/s á Kambsdali.

Eisini sigur Landsverk, at tað ikki er koyrandi á Gjáarvegnum og Oyndarfjarðarvegnum.

- Tað er hált og krapi í norðara og vestara parti av landinum. Jarðrok er í ælunum á Vestmannavegnum. Tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum og Oyndarfjarðarvegnum. Heitt verður á bilførarar um at koyra varliga, sigur Landsverk.