Ikki koyrandi til Tjørnuvíkar í morgun



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

23.10.2017 - 07:38

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Ferðsla

Tað var ikki koyrandi til Tjørnuvíkar í morgun orsaka av eini skriðu í fjallalíðini.

Løgreglan fekk um sekstíðina í morgun fráboðan um at tað var lopið oman á vegin. So mikið nógv av gróti var komin á vegin, at sendast mátti boð eftir eini gravimaskinu at rudda koyribreytina.

Løgreglan visti her um hálvtun níggju tíðina ikki at siga, um tað var koyrandi aftur, og heldur ikki hevur tað eydnast okkum at frætta frá Landsverki um støðuna á Tjørnuvíksvegnum.