(Vevmynd: Landsverk)

Ikki koyrandi um Velbastaðháls enn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

08.03.2018 - 09:24

Tíðindi > Veðrið

Enn er ikki koyrandi um Velbastaðháls.

Sambært Bjarna Petersen á Landsverki, eru maskinurnar komnar ígjøgnum á einari vegabreyt, og arbeiða við at fáa báðar breytirnar ruddaðar. Roknað verður við, at vanliga feðslan sleppur ígjøgnum innan fyri ein tíma ella tveir.

Enn er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum og um Gjáarskarð

Orsaka av støðuni á Velbastaðhálsi hevur leið 101 hjá Bygdaleiðum til og úr Gomlurætt ikki koyrt í morgun. Eisini er leið 600 úr Skálavík til Skopunar fyribils steðgað og somuleiðis eisini leið 701 millum Fámjin, umvegis Tvøroyri til Sandvíkar.

Fylg veðrinum her