Løgreglan: Ikki møguligt at siga orsøkina til eldin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

19.06.2017 - 14:00

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Eldsbruni

Í sambandi við kanningararbeiðið, sum løgreglan setti í verk í niðurbrenda virkinum hja Varðin Pelagic á Tvøroyri, er ikki møguligt at nágreina, hvør orsøkin er til at eldur kom í bygningin, skrivar løgreglan í tíðindaskrivi.

Løgreglan er komin fram til, at eldurin byrjaði í økinum, sum varð brúkt til pakking.
Sveisiarbeiði við CO2 var á tí staðnum, men alt bendir á, at sveisiarbeiðið er gjørt trygt og eftir galdandi reglugerðum.

Øll tann elektriska skipanin er so illa farin, at tað ikki hevur verið møguligt at finna nakað brek við skipanini.

Løgreglan metir tí, at tað ikki er møguligt at siga nágreiniliga, hvør orsøkin til eldin hevur verið, sigur leiðarin av Kanningardeildini.

Tíðindaskriv frá løgregluni.