(Mynd: Sverri Egholm)

- Kundu ikki bíða við útbyggingini

Jens Hákun Leo

15.08.2016 - 14:13

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, metir ikki, at Tórshavnar kommuna kundi bíða við útbyggingini av Eystaru bryggju. Hetta gjørdi hann greitt, tá ið sáttmálin um havnaútbyggingina av Eystaru bryggu varð undirskrivaður fyri einum góðum tíma síðan.

Spurdur um, hví tað ikki verður bíðað við einum slíkum stórum projekti, sum tað er at útbyggja Eystaru bryggju, til eftir kommunuvalið, sum verður í heyst, svaraði Heðin Mortensen, at hann ikki dugdi at síggja, at Tórshavnar kommuna kundi bíða meira, tí at so hevði málið drigið út. Hann vísti í hesum sambandi millum annað á, at málið longu hevur verið ígjøgnum alla ta tilgongd, sum skal til, at henda tilgongd hevur tikið rúma tíð, 3-4 ár, og at hon hevur fingið ta neyðugu fólkaræðisligu undirtøkuna. Hann førdi víðari fram, at bert ein býráðslimur atkvøddi ímóti hesari ætlanini (Marin Katrina Frýdal, red).

Heðin Mortensen vísti at enda á, at Tórshavnar kommuna ikki hevur verið partur av tí roki, sum nýliga hevur verið í Heilsu- og Innlendismálaráðnum, og at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, í dag annars hevur boðað frá, at hon tekur undir við ætlanini um havnaútbyggingina.