Vardy javnaði fyri Leicester, men fleiri mál komu ikki í dystinum (Mynd: EPA)

Ikki nokk við javnleiki til Leicester – longd leiktíð í Madrid

Ingi Samuelsen

18.04.2017 - 20:31

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fjórðingsfinalan gjørdist seinasti støðgur hjá ensku meistarunum Leicester.

Dysturin í kvøld móti Atletico Madrid endaði við javnleiki 1-1, og tá Atletico vann fyrra dystin 1-0, eru spaniólarnir komnir víðari til hálvfinalurnar.

Í hinum dystinum er stórspenningur. Bayern München vann dystin 2-1, júst sama sigur, sum Real Madrid vann í fyrra dystinum í München, og tað merkir, at liðini nú eru farin út í longda leiktíð. Týskararnir við einum manni færri, tí Arturo Vidal varð vístur av vølli tá hann fekk sítt annað gula kortið – eitt sindur óuppiborið – móti endanum av dystinum.

Í dystinum í Leicester var tað Atletico Madrid, sum kom á odda við máli, sum Saul Niguez skeyt í 26. minutti. Í 61. minutti javnaði Jamie Vardy. Fleiri mál komu ikki í dystinum, og harvið hava tapararnir í finaluni í fjør, Atletico Madrid, tryggjað sær luttøku í hálvfinaluni.