Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ikki pengar at rinda alla lønina

Sverri Egholm

01.02.2018 - 13:39

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Tað var dýrt hjá Pedagogfelagnum at fara í verkfall. Fleiri av limunum vóru í verkfalli í 33 dagar, og nú hava teir fingið at vita, at teir í minsta lagi fáa 80% aftur av lønini, sum teir mistu.

Limirnir fáa kanska meira enn 80 prosent, men ikki minni, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum við Kringvarpið. Felagið hevur ikki fingið øll tølini frá øllum arbeiðsgevarunum enn, so fullfíggjað yvirlit yvir støðuna er ikki enn.

Talan er um einar 24 milliónir, sum felagið skal rinda limunum í løn. Seinast felagið var í verkfalli hækkaði limagjaldið, men tað er ikki ætlanin hesuferð, sigur Jógvan Philbrow við útvarpið.