(Mynd: EPA)

Illgruni um enn ein ebola tilburð

Ingi Samuelsen

15.01.2016 - 07:26

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Hóast heimsheilsufelagsskapurin WHO hevur boðað frá, at ebolasjúkan í Vesturafrika er av, er nú staðfest, at ein drongur í Sierre Leone júst er deyður orsaka av ebola.

Tað skrivar BBC. Tíðindini eru komin frá Reuters, ið hevur sæð eini boð, sum heilsumálaráðið í Sierra Leone hevur sent til embætisfólk í heilsuverkinum.

7. november varð annars boðað frá, at ebola smittan ikki longur fanst í landinum.

Og so seint sum í gjár boðaði WHO frá, at tey nú eisini høvdu fingið tamarhald á ebola smittuni í Liberia, sum var síðsta landið við sjúkuni, ið hevur kostað yvir 11.000 fólkum lívið hesi seinastu tvey árini.

Alment er alt økið í Vesturafrika, ið hevur verið hart rakt av smittuni, nú lýst at vera grøtt fyri ebola. Londini, ið vóru harðast rakt vóru Liberia, Guinea og Sierra Leone.

Sambært Reuters boðaðu myndugleikarnir í Sierra Leone frá í gjárkvøldið, at teir eru við at kanna ein deyðan drong, har ebola verður hildið at vera orsøkin.