Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Illur inn á Smyril Line: - Vit fingu einki at vita

Sverri Egholm

15.10.2017 - 15:32

Tíðindi >

Danin Rolf Hansen er sera ónøgdur og firtin um, at hann ikki fekk hjálp frá Smyril Line, tá hann kom til Danmarkar við Norrønu í nátt. Hann heldur ikki at kunningin var nóg góð.

Norrøna skuldi vera í Hirtshals klokkan 10 í gjár, men orsaka av maskintrupulleikum var ferðamannaskipið ikki í havn fyrr enn klokkan var farin av 23 í gjárkvøldið.

Við Ekstrablaðið sigur Rolf Hansen, at tey komu í land um hálvgun tvey tíðina, og at hann sjálvur var noyddur at finna eitt hotell í Hirtshals.

Sambært honum, spurdi hann seg fyri í móttøkuni, um tað var møguligt at fáa innivist fyri náttina umborð. Svarið var, at hann sjálvur mátti syrgja fyri gisting, og at hann skuldi seta seg í samband við ferðatryggingina.

- Um reiðaríið hevði givið kunning leypandi, hevði søgan verið ein onnur, men tann manglandi viljin frá reiðarínum ger meg illan, sigur Rolf Hansen við Ekstrablaðið.

Eftir stendur Rolf Hansen við einari rokning fyri hotell á umleið 2.600 krónur fyri hann og familjuna, ferðaseðlar fyri ferju millum Aarhus og Odden og internet umborð fyri 200 krónur.

Fær pengarnar aftur
Ekstrablaðið hevur verið í samband við Rúna Vang Poulsen, stjóra í Smyril Line, sum harmast um støðuna.

- Vit høvdu trupulleikar at fáa hotellkamar til øll, tað vóru so nógv. Og um vit ikki kláraðu at veita kundanum hotell, fingu tey boðini at venda sær til reiðaríið mándagin, so tey kunnu fáa peningin aftur.

- Meginparturin av okkara kundum hava ikki havt somu uppliving, men um tað eru nøkur, sum eru dottin niður í millum, harmast vit um tað, og so finna vit útav hvat er gingið galið, sigur Rúni Vang Poulsen við Ekstrablaðið.

Greitt er, at maskinskaðin fer at kosta Smyril Line fleiri milliónir, men enn er ov tíðliga at siga júst hvussu nógv.