Mynd: EPA

India: Neyðtøka av børnum undir 12 skal geva deyðarevsing



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Alda Nielsdóttir

21.04.2018 - 20:59

Tíðindi > Uttanlands > Brotsverk

Eftir at ein átta ára gomul genta var neyðtikin og dripin, hava politikarar í India gjørt av at herða revsingina fyri neyðtøku.

Indiskir politikarar ætla at broyta lógina, so at neyðtøka av einum barni undir tólv ár kann revsast við deyðarevsing, skrivar BBC.

Lógaruppppskotið er sent forsetanum til undirskrivingar. Eftir at tað er gjørt, hevur parlamentið eitt hálvt ár til at góðkenna lógina. Hetta hálva árið kunnu teir ákærdu dømast eftir reglunum, sum stjórnin hevur skotið upp.

Tað er málið um eina átta ára gamla gentu úr statinum Jammu-Kashmir, ið hevur vakt ans, og sum nú hevur fingið forsetisráðharran at taka stig til at broyta revsilógina. Málið er tað seinasta av fleiri neyðtøkumálum. Millum annað er ein fólkavaldur politikari úr statinum Uttar Pradesh undir illgruna fyri at hava neyðtikið eina 16 ára gamla gentu.

Mótmælisfólk hava verið á gøtunum og víst sína ónøgd, m.a. við hindunationalistiska flokkin, ið hevur ræðið í landinum.

Fólk finnast at hindunationalistiska flokkinum fyri at forsvara teir ákærdu í málinum um átta ára gomlu gentuna, av tí at gentan var muslimsk og teir ákærdu eru hinduar.

Í India verða deyðadømd vanliga hongd.