Indiski stórmeistarin ætlar sær aftur til Føroya

Ingi Samuelsen

07.08.2017 - 09:48

Ítróttur > Ítróttur > Huga ítróttur (talv/bridge osv.)

Talvkappingin Faroes Open, ið varð hildin í Sandavági í farna mánaði fær góð skoðsmál frá vinnaranum av kappingini, indiska stórmeistaranum, Srinath Narayanan.

Srinath Narayanan hevur skrivað eina frágreiðing frá Føroyaferðini á chessbase.com, har hann greiðir frá ferðini. Mest um upplivingarnar og hvussu hann varð móttikin í Føroyum, men, sum vera mann, eisini um kappingina, spælið og mótstøðuna. Hann upplivdi heldur meira, enn hann vanliga upplivir tá hann luttekur á líknandi altjóða talvkappingum, eitt nú at koma til skaða á fjallaferð oman fyri Saksun og at syfta blankar toskar úr havsins dýpi kvøldið fyri seinasta kappingarumfar.

Og Srinath Narayanan er avgjørdur. Hann ætlar sær at koma aftur, tá Faroes Open verður næstu ferð. Eitt herðaklapp til fyrireikararnar, og kanska ein eggjan til at hetta kann blíva ein afturvenda altjóða kapping á høgum støði.

Frágreiðingin hjá Srinath Narayanan kann síggjast her