Inga Bogadóttir Støylen, lesandi og Annika Olsen, borgarstjóri í Tórhavnar kommunu (Mynd: Torshavn.fo)

Inga vann forkunnuga flytipakkan á tiltaki í Keypmannahavn

Niels Petersen

24.03.2017 - 17:54

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Inga Bogadóttir Støylen lesur námsfrøðiliga sálarfrøði á Aarhus Universitet og býr í Keypmannahavn við dóttur og manni. Í gjárkvøldið var hon so heppin, at vinna ein flytipakka heim til Føroya. Við øllum goldnum. Stóra vinningin vann hon á tiltaki sum Tórshavnar kommuna skipaði fyri á Norðuratlantsbryggjuni í gjárkvøldið.

Sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu var tiltakið væl vitjað. Omanfyri 150 fólk møttu, og tey sóu millum annað Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn handa

- Eg fari undir mína høvuðsritgerð nú, so hetta er ordiliga stuttligt, segði hepni vinnarin. Tá borgarstjórin spurdi, hvørt hon ætlaði sær heim, svaraði hon avgjørd Ja!

- Eg havi altíð ætlað mær heimaftur. Vit fara at fáa okkum nakrar arbeiðsroyndir her í Keypmannahavn, og so flyta vit heim. Vinningurin frá Smyril Line ger stóran mun hjá okkum, sigur ein fegin vinnari, sum hevði leitað sær út á Norðuratlantsbryggjuna saman við nógvum øðrum føroyingum í Keypmannahavn.

Tórskvøld var heitið á tiltakinum, og tað var serliga ætlað útisetum, ið ætla sær heim ella hugsa um at flyta heimaftur. Á skránni vóru framløgur, og harafturat netverkaðu fólk og tosaðu við onnur við sama áhuga í einum føroyskum høpi.