Mynd: Jens Kr. Vang

Ingibjørg fyrsti FM-vinnarin

Sverri Egholm

09.07.2017 - 13:16

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Fyrsti Føroyameistarin í FM-róðrunum í ár var funnin á Fjarðastevnu í gjár.

Tað var tá dreingirnir á nýggjasta bátinum hjá Havnar Róðrarfelag, Ingibjørg, vunnu og samstundis tryggjaðu sær meistaraheitið.

Í barnaróðri er tað soleiðis, at báturin sum hevur fimm tey bestu úrslitini í teimum sjey kappingunum, vinnur. Men dreingirnir umborð á Ingibjørg høvdu tryggjað sær so nógv stig, at eingin kundi taka teir aftur, um teir bara endaðu á einum triðja plássi í gjár.

Men teir vunnu róðurin við tíðini 2:39.07, næstan eitt sekund frammanfyri Tjaldrið, og tryggjaðu sær FM-heitið til Havnar.

Genturnar vunnu eisini
Hjá gentum var søgan næstan tann sama. Har skuldi í minsta lagið eitt annað pláss fyri at tryggja FM-heitið. Tær vunnu við tíðini 02:48.32, hili fimm sekund frammanfyri Firvald á øðrum plássi.

Sostatt eru báðar barnamanningarnar hjá Havnar Róðrarfelag FM-vinnarar.




beint nú