Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ingolf S. Olsen: Kundi verið endað í rættinum fyri ærumeiðing

Sverri Egholm

24.04.2018 - 10:54

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Hvast orðaskifti var í tinginum í gjár um avgerðina hjá Mentamálaráðnum um at ógilda uppsøgnina av Liljuni Weihe, tíðindaleiðara.

Fleiri andstøðutinglimir førdu fram, at talan var um eina politiska setan, og at Mentamálaráðið blandaði seg upp í fyrisitingarligar uppgávur í Kringvarpinum. Eisini fóru summir politikarar inn á óheftni hjá stovninum.

Hetta fekk Ingolf S. Olsen úr Tjóðveldi at tala at.

- Haldi tað er sera ørkymlandi at hoyra umboð aftaná umboð fyri andstøðuna fara upp og gera akkurát tað sama - ganga tíggju - akkurát tað sama, sum tey ákæra Kringvarpið fyri at gera, segði hann.

- Hevði hasin har talarastólurin ikki verið fríhalgaður, hevði næstan hvør einasta útsøgn kunna endað í rættinum fyri ærumeiðing. Tað eru 90 starvsfólk í Kringvarpi Føroya, og tað vera øll sum ein svertað niður í díkið av fólkavaldum politkarum. Eg haldi tað er sera óvirðiligt, segði Ingolf S. Olsen.