(Mynd: Hagstova Føroya)

Innfluttu fyri 1,6 mia. kr. fyrsta ársfjórðing í ár



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

16.05.2018 - 09:41

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Útflutningur

Vit innfluttu fyri 1,6 mia. kr. fyrsta ársfjórðing í ár, skrivar Hagstovan á heimasíðuni. Tað eru 250 mió. kr., ella 13% minni, enn somu mánaðir í fjør. Tað er serliga innflutningurin av skipum og flogførum, sum er minkaður, og hyggja vit at innflutninginum uttan skip og flogfør, er minkingin 2%.

Innflutningurin av tilfari til byggivinnuna er vaksin mest, meðan innflutningurin av tilfarið til annan ídnað og brennievni eisini er vaksin, tó ikki so nógv.

Tað er minni innflutt til hav- og landbúnað og eisini av rávøru til fiskavirking. Innflutningurin av vørum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er tann sami sum í fjør.

Útflutningurin fyrsta ársfjórðing í ár var væl minni enn í fjør. Vit útfluttu fyri 2,2 mia. í fjør og fyri 1,8 mia. í ár. Tað er serliga uppsjóvar sløgini makrelur og sild, sum vit hava útflutt minni av, meðan útflutningurin av svartkjafti er eitt sindur hægri.

Í nøgd er samlaða minkingin av hesum fiskasløgum útvið 40%, og virðið er minka góð 50 %.

Virðið av útflutta laksinum er eisini minkað, hóast nøgdin er eitt sindur hægri enn í fjør, sigur Hagstovan.