IOC avvísir umbønini hjá russum at luttaka í Vetrar-OL

Ari av Rana

05.02.2018 - 11:32

Ítróttur >

Altjóða Olympiska Nevndin (IOC) hevur avvíst umbøn frá 15 russum, at luttaka í Vetrar-OL, sum verður byrjar í PyeongChang fríggjadagin.

Hesir 15 russar, 13 ítróttarfólk og 2 venjarar, vóru millum teir 28 russar, sum fingu sítt lívslanga luttøkubann kolldømt av altjóða ítróttardómstólinum, CAS, hósdagin.

Eftir úrskurðin bað russiska olympiska nevndin um loyvi at luttaka í leikunum.

IOC svaraði í dag, at tey hava sett eina kanningarnevnd at kanna hvørt einstakt mál, og at tey hava illgruna um møgulig brot á Anti-Doping reglugerðina. Kanningarnevndin mældi til ikki at loyva nøkrum av teimum 15 russunum at luttaka í Vetrar-OL 2018, skrivar CNN.

Les eisini: Ítróttadómstólurin fríkennir russisk ítróttafólk fyri doping