(Mynd: EPA)

iPhone X ov dýr: Minka um framleiðsluna

Sverri Egholm

31.01.2018 - 23:33

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Apple minkar um framleiðsluna av iPhone X. Ætlanin var at framleiða 40 milliónir í fyrsta ársfjórðingi, men nú hevur KT-risin Apple valt at minka um framleiðsluna, og næstu tríggjar mánaðirnar verða einans 20 milliónir framleiddar.

Tað veit japanska blaðið Nikkei sambært finans.dk.

iPhone X er dýra telefonin hjá fyritøkuni, og bíligasta útgávan av henni liggur upp ímóti 10.000 krónum í Føroyum.

Hetta er eftir øllum at døma ov dýrt hjá keyparunum, tí jólasølan í Evropa, USA og Kina gjørdist vánaligari enn væntað.

At Apple nú minkar um framleiðsluna sást eisini aftur á partabrævamarknaðinum, har virðið á fyritøkuni minkaði við 14 milliardum dollarum - 84 milliardum krónum, skrivar finans.dk.