Nógvar familjur í Dominikanska Lýveldinum hava mist heim sítt (Mynd: EPA)

Irma: Kann taka dagar at fáa neyðhjálpina fram


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

08.09.2017 - 10:39

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Tað kann taka nógvar dagar, kanska vikur, til hjálpin er komin fram til øll tey nógvu, ið eru rakt eftir at ódnin Irma hevur herjað oyggjarnar í Karibia.

Heim eru smildrað og horvin í hvirlunum, skógir eru jarðlagdar og nógv hava ongan streym. Talan er um máttmiklastu ódnina, ið nakrantíð er máld í Atlantshavi, ið nú leggur eina slóð av oyðileggingum eftir seg.

Til dømis á oynni Puerto Riko, har oyðileggingarnar eru stórar, skrivar Danmarks Radio á netinum.

- Vit fáa fráboðanir um, at fleiri staðni í Puerto Riko eru um 75 til 90 prosent av húsunum oyðiløgd, sigur Bjarke Skaaning, frá Reyða Krossi við dr.dk.

Neyðhjálp Fólkakirkjunnar sigur við dr.dk, at tað er serliga í norðara parti av Haiti og Dominikanska Lýveldinum, at fráboðanir eru komnar um ógvusligar skaðar.

- Hús eru horvin og yvirflóð er í láglendum, sigur Christer Lænkholm, ið samskipar hjálpararbeiðið fyri Neyðhjálp Fólkakirkjunnar í Danmark.

Irma fór í nátt fram við Dominikanska Lýveldinum, Haiti, Puerto Riko og Virginoyggjum, og hóast tað ringasta er av, kunnu fylgjurnar merkjast. Tí roknar Neyðhjálp Fólkakirkjunnar ikki við, at greiða er fingin á hvussu umfatandi skaðarnir eru fyrr enn seinni í dag.

- Helst eru tað vegir, ið ikki kunnu brúkast, og tey hava heldur ongan streym og einki farnet. Alt slíkt, ið ger tað nógv truplari hjá okkum at hjálpa, sigur Christer Lænkholm.

Bjarke Skaaning frá Reyða Krossi í Danmark roknar eisini við, at nakrir dagar ganga, áðrenn tey kunnu fáa neyðhjálpina fram. Fyrst má fáast eitt yvirlit yvir, hvørjar havnir kunnu brúkast, og hvørjir flogvøllir eru brúkiligir.

Ódnin Irma nærkast nú Turks- og Caicosoyggjum, og rakar eisini Bahamas áðrenn Kuba stendur fyri skotum og síðan Florida í USA. Og einki bendir á, at Irma hevur mist sína megi.

Í Florida hava neyðhjálparfelagsskapir fyrireika móttøkustøðir til 120.000 flýggjandi, upplýsir Reyði Krossur. Tey rokna við, at yvir 100.000 eru noydd til at rýma heimanífrá. Til sammetingar lá hetta talið á 50.000 í sambandi við ódnina Harvey í farnu viku.