Íbúgvar eru vendir aftur til Islamorada í Florida Keys og staðfesta, at heimið er oyðilagt (Mynd: EPA)

Irma tók minst 60 mannalív



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.09.2017 - 06:04

Tíðindi > Veðrið

Londini kring Karibiska Havið eru nú við at gera upp avleiðingarnar av herviligu ódnini Irma, sum herjaði í farnu viku. Fyribils uppgerðin vísir sambært Reuters, at 60 fólk lótu lív, harav 17 í amerikansku statunum Florida, Georgia og South Carolina og 43 í Karibia.

Minst 12 fólk doyðu í Florida, upplýsti ein talsmaður fyri tilbúgvingarmyndugleikarnar í gjár fyri AFP-tíðindastovuni.

Í gjár vendu íbúgvarnir, sum vóru rýmdir undan ódnini, aftur til oyggjabólkin Florida Keys, ið varð raktur, tá Irma framvegis var ein ódn í kategori 4.

Fyrstu metingarnar hjá amerikansku vanlukkutilbúgvingini, Fema, vísir, at Irma oyðilegði ein fjórðapart av húsunum í Florida Keys. 65 prosent av húsunum hava fingið stórar skaðar.

- So at siga øll hús í Keys vórðu rakt onkusvegna, segði ovastin fyri Fema, Brock Long, á einum tíðindafundi í gjár.

Eisini stórir partar av oynni Saint Martin vórðu lagdir í oyði.

- Hetta er ein stór vanlukka. 95 prosent av oynni eru oyðiløgd. Eg eri skelkaður. Hetta er ræðuligt, hevur ein talsmaður fyri myndugleikarnar á oynni sagt.

Á oyggjunum Barbuda og Antigua eru um 90 prosent av bygningunum oyðiløgd, meðan yvir 1.000 fólk hava mist hús og heim.

Eisini Kuba varð hart rakt. Her hava minst 10 fólk latið lív, harav sjey í høvuðsstaðnum, Havana.

Í Puerto Riko, í landnyðringspartinum av Karibia vórðu fleiri hundrað hús oyðiløgd, tá níggju metra høg brimbrot raktu oyggjarnar.