(Mynd: EPA)

Írskt landamark er ein trupulleiki fyri Brexit

Ari av Rana

05.12.2017 - 12:35

Tíðindi > Uttanlands - ES

499 kilometrar langa landamarkið millum Írland og Norðurírland er blivin ein heilt stórur trupulleiki fyri Brexit-samráðingarnar.

Í dag skulu bretar eftir ætlan koma við einum uppskoti í samráðingunum útliman úr ES. Men bretar hava rent seg inn í trupulleikar. Írland vilja at vørur og arbeiðstakarar kunnu ferðast frítt millum Írland og Norðurírland, men hetta vil Norðurírland ikki hoyra talan um, skrivar TV2.

Arlene Foster, leiðari í Norðurírlandi, vil hava eitt Brexit, har Norðurírland lima seg út á sama hátt sum restin av Bretlandi, bæði fíggjarligt og politiskt.

Foster vil tí ikki gera nakra serliga avtalu við Írland.

- Norðurírland skal lima seg úr ES á somu treytum sum restina av Bretlandi, segði Foster í telefonsamrøðu við bretska forsætisráðharran, Theresa May.

Hóast freistin fyri einum uppskoti um Brexit er sett at verða í dag, kann freistin útsetast.