Mynd: EPA

IS sigur seg standa aftanfyri álopið

Sverri Egholm

02.10.2017 - 16:08

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Islamiskur statur vil vera við, at yvirgangsfelagsskapurin stendur aftanfyri skotblóðbaðið í Las Vegas í nátt, sum kostaði 50 mannalív og særdi 400

Sambært Reuters tíðindastovuni hevur propagandamiðilin hjá IS, Amaq, boðað frá hesum.

- Las Vegas álopsmaðurin er ein IS-hermaður, sum ger sum vit hava heitt á, at leypa á tey sameindu, verður sagt.

Islamiskur statur vil vera við, at 64 ára gamli gerningsmaðurin Stephen Paddock hevur verið islamist í nakrar mánaðar.

Áður hevur felagsskapurin sagt seg standa aftanfyri álop, sum ikki hava havt nakað samband við IS.