Mynd: EPA

IS tekur ábyrgdina av yvirgangsálopinum í Orlando

Sverri Egholm

12.06.2016 - 18:57

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Islamskur statur stóð aftanfyri yvirgangsálopið sum fór fram í Orlando, Florida í nátt. Tað upplýsir Amaq, sum er miðilin hjá IS, skrivar Danmarks Radio í kvøld.

- Álopið á eitt dansistað fyri homoseksuell í býnum Orlandi í amerikanska statinum Florida, har fleiri enn 100 fólk lótu lív ella vóru særd, var framt av einum krígsmanni hjá Islamskum stati, skrivar Amaq sambært Reuters.

Maðurin sum framdi álopið var eftir øllum at døma 29 ára gamli Omar Mateen. Álopið fór fram klokkan 2 lokala tíð í nátt. 50 fólk lótu lív og 53 eru særd.