Mynd: EPA

IS tekur ábyrgdina

Sverri Egholm

04.06.2017 - 23:47

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Islamiskur Statur tekur nú ábyrgdina av álopinum í London, sum kostaði sjey mannalív og særdi 48 fólk.

Tað skrivar Reuters tíðindastovan, sum endurgevur miðlin hjá IS.

Tríggir menn vóru skotnir og dripnir av løgregluni seint leygarkvøldið eftir at teir koyrdu á mannanúgvu á London Bridge fyri síðani at stinga tilvildarlig fólk á Borough Market, sum liggur tætt við.

Bretska løgreglan hevur handtikið 11 persónar í samband við álopið og hevur eisini framt rannsóknir.