IS tekur ábyrgdina

Sverri Egholm

17.08.2017 - 21:52

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Yvirgangsfelagsskapurin IS hevur tikið ábyrgd av álopinum í Barcelona í dag.

Tað boðar felagsskapurin frá á sínum egna miðli, Amaq. Hetta skrivar millum annað vg.no.

Higartil boða myndugleikarnir frá at 12 eru deyð og 80 fólk eru løstað eftir álopið, sum hendi um 18 tíðina. Tað var ein hvítur vørubilur, sum koyrdi í eina mannamúgvu á kendu gongugøtuni La Rambla í Barcelona.

Tveir persónar eru handtiknir eftir álopið og ein er dripin, skriva útlendskir miðlar.

Les eisini: Føroyingur í Barcelona: Vit sleppa ikki út