Sayfullo Saipov (Mynd: EPA)

IS: Yvirgangsmaðurin er ein av okkara

Ari av Rana

03.11.2017 - 12:13

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Islamiskur Statur sigur nú, at Sayfullo Saipov, sum drap 8 fólk og særdi 12 fólk á Manhattan týsdagin, er ein av teirra.

- Álopsmaðurin er ein av soldátunum hjá kalifatinum, skrivar Islamiskur Statur í teirra alnótstíðarriti, Al-Naba.

Hóast yvirgangsmaðurin sigur, at hann framdi yvirgangsatsóknina fyri IS, eru eingi prógv fyri at IS hevur havt nakað við hann at gera. Heldur ikki IS hevur prógva pástandinum.