ÍSF forsetin: Tað nyttar ikki at siga; tað gongur nokk



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kaj Joensen

01.07.2014 - 19:04

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Annað

Forsetin í ÍSF, Petur Elias Petersen, kundi leygardagin ikki veita vissu fyri, at golfvøllurin á Glyvursnesi fór at vera bygdur. Tí mátti hann boða Oyggjaleikasambandinum frá, at Føroyar ikki kunnu bjóða seg fram at hýsa oyggjaleikunum í 2019.

Leygardagin var aðalfundur í Oyggjaleikasambandinum. Tað er er eitt krav, at tey londini sum bjóða seg fram at hýsa leikunum, skulu veita vissu fyri at kunnu bjóða 12 av teimum 16 góðkendu ítróttargreinum í oyggjaleikahøpi.

Tey, ið vilja hýsa leikunum, skulu í seinasta lagið fimm ár áðrenn veita vissu fyri, at tey kunnu hýsa 12 av hesum ítóttargreinum.

- Eg eri ikki illur inn á politisku skipanina. Men eg kann bara staðfesta, at vit eru ikki klár. Vit skuldu lúka øll formleikakrøv, men tað gjørdu vit ikki.

Stóri knúturin hevur verið golfvøllurin. Tórshavnar Býráð hevur givið tilsøgn um at byggja vøllin, men spurningurin um lendið er ikki avkláraður enn. Búnaðarstovan fær ikki avgreitt lendið á Glyvursnesi fyrr enn Tórshavnar Kommuna og landsstýrið er samd um endurgjald til festarnar.

Um vikuskiftið segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Búnaðarmálum, við Kringvarpið, at golfvøllurin saktans kann vera liðugur í 2019. Hann helt tað eisini vera løgið, at Føroyar ikki kunnu fáa leikirnar í 2019, hóast øll formilig viðurskiftir ikki eru komin uppá pláss.

Petur Elias Petersen sigur, at soleiðis virkar skipanin ikki. Oyggjaleikasambandið má hava trygd fyri, at alt er í lagið. ÍSF kundi ikki veita trygd fyri, at golfvøllurin fór at vera bygdur. Hann vísir eisini á, at allar tíðarfreistir hava verið kendar í fleiri ár, og mynduleikarnir hava havt ovmikið av tíð at loyst málið.

- Nú bíða vit eftir landsins mynduleikum. Tað nyttar ikki at siga, at tað gongur nokk. Tað eru 24 oyggjar og 2500 fólk sum skulu luttaka, sigur Petur Elias Petersen.

Men spurningurin er nú, at Føroyar fara at bjóða seg at hýsa leikunum eina aðruferð.

- Nú er ein nýggj støða íkomin. Vit taka onga støðu í summafrítíðini, so fáa vit at síggja hvat hendir seinni í ár, sigur Petur Elias Petersen.