ÍSF ynskir at viðurkenna sjálvboðið arbeiði



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.03.2018 - 13:53

Ítróttur > Mentan > Frítíðarítriv

Tá Ítróttasamband Føroya heldur aðalfund 5. mai fer felagsskapurin at handa eini eldsál heiðursskjal Poul E. Petersen’s. ÍSF sóknast nú eftir uppskotum til fólk, ið hava slíkan heiður uppibornan.

Talan skal vera um ein persón, eina eldsál, sum gjøgnum nógv ár hevur virkað fyri at fremja føroyska ítrótt á serstakan hátt.

Poul E. Petersen (1901-1977), sum hevur lagt navn til heiðursskjalið, var ítróttarlærari, -ráðgevi, -rithøvundur og fyrsti formaður ÍSF. Eitt, ið eyðkendi Poul E. Petersen, var, at hann altíð var virkin fyri fjøldina og øllum ítróttagreinum, og hevur hann havt ómetaliga stóran týdning fyri alla ta føroysku ítróttarørsluna.

Heiðursskjal Poul E. Petersens varð fyrstu ferð handað í 2001, tá Birgit Hestoy og Niels Jákup Jakobsen fingu tað. Síðan er tað handað tvær ferðir: Í 2002 til Kaj Aage Troest og í 2004 til Jógvan á Lag.

Endamálið við skjalinum er at heiðra fólkum, sum hava gjørt vart við seg og tæntítróttini á serstakan hátt.

- Eldsálirnar hava stóran týdning, bæði fyri ítróttarfeløgini, og fyri ítróttin yvirhøvur: Tað eru eldsálirnar, sum leggja ómetaliga orku í arbeiðið fyri, at ítróttarfeløgini kunnu virka. Uttan eldsálirnar ber als ikki til. Uttanlands frætta vit, at talið av sjálvbodnum er fækkandi. Neyðugt er, at hetta ólønta arbeiðiðverður virðismett, og tí hava vit avgjørt aftur at lata heiðurskjal til eina eldsál, sum hevur gjørt sítt til, at felagsskapurin enn virkar. Vit mugu ikki gloymafelagsskapin í strembanini eftir tindunum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF forseti.

Í nevndini, sum tekur avgerðina, sita: Anna Rein, Heðin Mortensen, Marjun Kalsø, Óli Holm og Signar á Brúnni.