Ísfjall sum ferðafólkamagnetur


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

19.04.2017 - 17:44

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Náttúra

Langa røðir av bilum eru á vegnum til strandabýin Ferryland í Ný Foundlandi. Eitt ovurstórt ísfjall, tætt inni við land, dregur forvitin ferðandi.

Ferryland er ein lítil strandabygd við gott 400 íbúgvum á strondini út móti Atlantshavi, einar 30-40 kilometrar sunnan fyri høvuðsbýin í Ný Foundlandi, St. Johns. Tað er ikki óvanligt við ísfjøllum har á hesi ársins tíð, men hetta er bæði størri og nærri enn vanligt.

Og ferðafólkini streyma til bygdar. Øll vilja síggja og avmynda ovurstóra ísvjallið, skrivar nrk.no.

- Hetta er tað størsta eg nakrantíð havi sæð, og tað er so tætt landi, at fólk kunnu fáa góðar myndir, sigur borgarstjórin Adrian Kavanagh við CTV News. Hann heldur, at alt bendir á, at fjallið hevur skorað seg fast í botn, og tí kann verða liggjandi leingi.

- Hetta er gott fyri ferðafólkavinnuna, men útróðrarmonnunum dáma einki ísfjøll, sigur Kavanagh, sum væntar fleiri ísfjøll tætt landi í framtíðini.

Í fjør vórðu 687 ísfjøll skrásett í Norðuratlantshavi áðrenn tíðin fyri slíkum var av í september. Í ár eru longu nú skrásett 600 ísfjøll í økinum. Serfrøðingar halda, at vøksturin er komin orsaka av óvanliga nógvum vindi, ið fær ísfjøllini at reka suðuryvir úr Grønlandi. Samanhangur kann eisini vera við upphitingina, ið er orsøk til, at alt meira av grønlendska ískappanum endar á sjónum.

Myndirnar av ísfjallinum í Ferryland eru funnar á sosiala miðlinum, so sum Twitter og Instagram