Yvirgangsmaðurin Sayfullo Saipov (Mynd: EPA)

ISIS torir ikki at taka ábyrgd av yvirgangsatsóknini

Ari av Rana

01.11.2017 - 15:47

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Tíðindakorrespondenturin fyri Miðeystur hjá DR, Michael S. Lund, sigur, at IS drála við at taka ábyrgd av yvirgangsatsóknini í New York í gjár. Hetta hóast at yvirgangsmaðurin, Sayfullo Saipov, gav ISIS æruna fyri atsóknina. Orsøkin til at ISIS drála er at yvirgangsmaðurin ikki er deyður.

Vanliga eru ISIS skjótir at taka ábyrgdina. Hetta sást millum annað júst fyri einum mánað síðani, tá Stephen Paddock skeyt og drap yvir 58 fólk til eina konsert í Las Vegas. Tá vóru ISIS skjótir at taka ábyrgd, hóast tað var lítið sannlíkt, at Paddock hevði nakað við ISIS at gera. Paddock varð skotin av løgregluni og doyði.

Men av tí at Saipov yvirlivdi yvirgangsatsóknina, vilja ISIS ikki taka ábyrgd. Grundin er at ISIS ikki vilja hálova yvirgangsmennirnar, og gera teir til hetjur, um nú teir seinni velja at arbeiða saman við løgregluni. Hetta sama hendi tá usbekiski Rakhmat Akilov koyrdi á mannamúgvi í Stokkhólmi við lastbili í apríl í ár. 5 fólk doyðu, meðan 14 blivu særd. Heldur ikki tá tók ISIS ábyrgdina, hóast svenskir og usbekiskir myndugleikar settu Akilov í samband við ISIS.