(Mynd: Dr.dk)

Islamiskur Statur tikið ábyrgdina fyri álopið í Berlin

Niels Petersen

20.12.2016 - 20:20

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Islamistiski yvirgangsfelagsskapurin IS hevur nú tikið ábyrgdina av lastbilaálopinum á jólatorginum í Berlin í gjárkvøldið. Hetta veit Reuters at siga í kvøld.

Sambært tíðindastovuni hevur Islamiskur Statur, sum er ein radikal sunnimuslimsk rørsla, tikið ábyrgdina av álopinum gjøgnum teirra egnu tíðindarás, Amaq.

Islamiskur Statur hevur annars mangan tikið ábyrgdina fyri álop í vesturheiminum, uttan at tað kann prógvast.