Lastbilurin sum yvirgangsmaðurin koyrdi varð steðgaður eftir at hann hevði nátt at koyrt heili tveir kilometrar eftir strandarvegnum (Mynd: EPA)

Islamiskur Statur tikið ábyrgdina fyri óndskapin í Nice

Niels Petersen

16.07.2016 - 13:23

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Sambært Ekstrablaðnum hevur yvirgangsfelagskapurin, Islamskur Statur nú tikið ábyrgdina av yvirgangsatsóknini í Nice í Fraklandi hóskvøldið.

Løgreglan hevur tikið nøkur fólk í samband við kanningararbeiðið, og ein teirra var kona 31 ára gamla tunisbúgvan.

84 fólk lótu lív í atsóknini, harav minst 10 vóru børn og ung. Harafturat blivu fleiri enn 200 skadd, og av teimum yvir 50 álvarsliga.

31 ára gamli maðurin koyrdi inn í mannamúgvuna, og helt fram at trumla fólk niður. Fleiri túsind fólk vóru á gøtuni og hátíðarhildu bastiljudagin, sum er franskur tjóðardagur.

Hann náddi at koyra heili tveir kilometrar, áðrenn hann bleiv dripin av løgreglufólki, og bilurin varð sostatt steðgaður.