Mynd: RÚV

Ísland: Eitt av størstu rúsevnismálum av sínum slag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

19.10.2017 - 19:40

Tíðindi > Ísland

Tveir útlendingar vóru handtiknir fyri at hava smuglað litravís av flótandi amfetamini við Norrønu í fyrst í hesum mánaðinum. Hetta er størsta mál av sínum slag, skrivar íslendska ríkisútvarpið á heimasíðuni.

Virðið á smuglaðu nøgdini eru fleiri hundrað milliónir.

Tollararnir í Seydisfirði funnu rúsevnið, sum varð fjalt í bilinum, tá Norrøna kom í havn hendan dagin. Menninir vóru handtiknir og hava sitið í varðhaldi síðani.

Grímur Grímsson, løgreglustjóri, vil ikki viðmerkja nøgdina av flótandi rúsveninum men sigur, at hetta er størsta mál av sínum slag hjá íslendsku løgregluni.

Størsta mál, sum man annars veit um av slíkum slag, var í desember 2014, tá ein týsk kvinna varð tikin við umleið 20 litrum av flótandi amfetamin. Hon fekk eina fongsulsrevsing á átta ár.

Hetta er triðju ferð síðani í vár, at útlendingar eru tiknir við stórum mongdum av rúsevnum við Norrønu. Í apríl vóru tveir pólendingar tiknir við næstan trimum kilo av rúsevninum MDMA, og um miðjan august vóru aðrir fýra pólendingar tiknir við tveimum litrum av amfetamin.

Nú verður kannað um teir báðir menninir í nýggjasta rúsevnismálinum hava nakað samband í Íslandi, men framvegis er eingin annar handtikin, skrivar RÚV.