Mynd: mbl.is

Ísland er víðari: Eitt yvirlit yvir dystirnar í kvøld

Agnar Frederiksen

09.10.2017 - 22:30

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað er nú nærum 100 % greitt hvørji lond úr Evropa skulu til Russland, ella hava møguleikan at tryggjað  sær pláss ígjøgnum playoff-dystir.

Stóra søgan í kvøld er, at Ísland vann sín bólk, og er harvið til reiðar til HM komandi ár. Hetta er fyrstu ferð, at íslendingar skulu luttaka í einum HM-endaspælið. Ongantíð hevur eitt land luttikið til HM, ið hevur so fáar íbúgvar. Trinidad & Tobago, ið luttók til HM í 2006, er higartil minsta landið til eitt HM, tá tað kemur til íbúgvaratal. Tvíoyggjalandið hevur áleið 1,3 milliónir íbúgvar. Ísland fer nú at yvirtaka heitið. Í Íslandi eru nakað undir 340,000 íbúgvar. Gylfi Sigruðsson og Jóhan Berg Guðmundsson skoraðu í hvør sínum hálvleiki í 2-0 sigrinum á Laugardalsvøllinum í kvøld.

Í sama bólki tryggjaði Kroatia sær 2.plássið við at vinna 2-0 í Kiev. Undan dystinum vóru Kroatia og Ukreina jøvn í stigum, men tvey mál frá Andrej Kramaric í 2.hálvleiki tryggjaði útiliðnum playoff-pláss.

Í Cardiff vann Írland gysaran ímóti Wales. Liðini kappaðust um playoff-pláss, og tað endaði við, at írar fóru avstað við tí. Tað var James McClean, sum avgjørdi dystin við góðum málið eftir ein lítlan tíma. Wales var uttan skadda stjørnuleikaran, Gareth Bale, og heimaliðið megnaði ikki at javna. Í Beograd framdi heimaliðið sína skyldu ímóti Georgia. Innskifti Aleksandar Prijovic skoraði einsamalla málið, tá eitt korter restaði í. Harvið vann Serbia bólkin, og er til reiðar til HM.

Í bólki G var einki at spæla fyri. Spania og Italia vunnu teprar útisigrar, og Makedonia vann greitt á heimavølli á Lichtenstein.

Tað er nú næstan 100 % greitt, at Slovakia verður tann tveyarin, ið ikki skal spæla playoff.

Eitt sermerkt við dystunum í kvøld, var at tað ikki komu nógv mál. Bert 17 mál í 9 dystum. Tað er minni enn tvey í miðal, og tað var bert í Finnlandi at bæði liðini skoraðu.

Í morgin verða seinastu dystirnir í evropeisku undankappingini leiktir. Tá finna vit millum annað útav, um Portugal ella Sveis vinna bólk B, og um Ungarn ella Føroyar enda nummar trý í sama bólki.

Bólkur D:


Serbia 21
Írland 19
Wales 17
Eysturríki 15
Georgia 5
Moldova 2

Moldova – Eysturríki 0-1
Wales – Írland 0-1
Serbia – Georgia 1-0

Bólkur G:

Spania 28
Italia 23
Albania 13
Ísrael 12
Makedonia 11
Lichtenstein 0

Albania – Italia 0-1
Ísrael – Spania 0-1
Makedonia – Lichtenstein 4-0

Bólkur I:

Ísland 22
Kroatia 20
Ukreina 17
Turkaland 15
Finnland 9
Kosovo 1

Ísland – Kosovo 2-0 
Ukraina – Kroatia 0-2
Finnland – Turkland 2-2