Ísland got Talent: Rókur Jákupsson Jakobsen er í hálvfinaluni

Sverri Egholm

09.03.2015 - 16:15

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Tríggir føroyingar hava í ár luttikið í “Ísland got Talent”, sum verður víst á “Støð 2” í Íslandi í hesum døgum.

Dómararnir hava valt tey, sum eru komin víðari til hálvfinalurnar og har í millum er føroyski Rókur Jákupsson Jakobsen. Harvið er hann framvegis við í kappingini um 10 milliónir íslendskar krónur, sum sambært landsbankinn.is svarar til umleið 500.000 danskar krónur.

Tað verða tríggjar hálvfinalur og tær verða vístar á “Støð 2” teir næstu tríggjar sunnudagarnar.

Hinir føroysku luttakararnir vóru Kitty Madsen og Jórunn Gudmundsen.