Rókur á pallinum í gjár. Mynd: visir.is.

Ísland got talent: Rókur kom ikki í finaluna

Hallur av Rana

23.03.2015 - 11:22

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Ikki kann sigast, at tað er ein mangul uppá føroyingar, ið royna seg í útlendskum sangkappingum. Jógvan Joensen er sum flest øllum kunnugt komin í finaluna í danska X-factor, og um sama mundi, sum Jógvan hevur roynt seg í Danmark, hava fleiri føroyingar roynt seg í íslendsku kappingini Ísland got talent.

Talan hevur tó verið um meira misjøvn úrslit hjá føroysku luttakarunum í Íslandi. Ein teirra, ið tó hevur klárað seg væl í kappingini er Rókur Jákupsson.

Í gjárkvøldið luttók Rókur so í hálvfinaluni, men tíverri eydnaðist tað honum ikki at koma víðari til sjálva finaluna. Í staðin eydnaðist tað tveimum ungum monnum, ið vísti kynstur á BMX súkklum og ungari songkvinnuni Öglu Briet at vinna sær pláss í finaluni.