(Mynd: EPA)

Ísland: Herðir krøvini um líkaløn millum kvinnur og menn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

03.01.2018 - 10:50

Tíðindi > Ísland

Tað verður nú bannað við lóg at fremja kynsmismun á arbeiðsmarknaðinum í Íslandi. Altingið samtykti í fjør eina skerping av lógini um líkaløn, so at privat og almenn starspláss við meira enn 25 fólkum í starvi skulu hava prógv fyri at veita líka løn millum menn og kvinnur.

Lógin varð samtykt í juni mánaði í fjør, og skal forða fyri ”ógreinandi lønarmunir millum kynini”, altso munir, ið ikki kunnu greinast í útbúgvingarstøði, starvsroyndum, ábyrgdarøkjum og royndum.

Ísland setti líkaløn í gildi í 2012 og hevur í fleiri ár veri undangonguland í javnstøðu. Eitt nú hevur landið sett kvotur, so at 40 prosent av stýrunum í fyritøkum við yvir 50 starvssettum, skulu vera kvinnur.

Á listanum hjá World Economic Forum liggur Ísland ovast millum heimsins lond viðvíkjandi javnrætti, bygt á búskap, møguleika fyri útbúgving, heilsu og politikk.

Ísland, Noreg, Finnland og Svøríki liggja ovast á hesum lista, meðan Danmark liggur á 14. plássi aftan á lond sum til dømis Nikaragua, Rwanda og Filipsoyggjar.

Sagt hevur verið um íslendsku lógina, at hon er óneyðuga býrokratisk, men ráðharrin fyri almannamál og javnstøðu, þórsteinn Viglundsson heldur, at hon er neyðug.

- Vit órógva fyritøkur alla tíðina við grannskoðanum og skattauppgerðum. Munurin í líkaløn er tíverri ein partur av íslendska arbeiðsmarknaðinum, og nú er tíð at fara meira ógvusliga til verka, so at vit sleppa undan hesum munum, sigur hann við bretska blaðið, The Guardian.

Um fyritøkur framyvir ikki kunnu skjalprógva líkaløn fyri menn og kvinnur, fáa tær bøtur. Arbeiðspláss við yvir 250 fólkum í starvi hava freist til á nýggjárinum at fáa hetta gjørt, meðan minni fyritøkur skulu hava gjørt hetta innan 31. desember 2021, skrivar dr.dk.