Katrín Jak­obs­dótt­ir, forkvinna í teim Vinstra-Grønu, og Guðni Th. Jó­hann­es­son, forseti í Íslandi, á Bessa­stöðum í morg­un. Mynd: Morgunblaðið

Ísland: Katrín Jakobsdóttir givið skarvin yvir – Forsetin letur ikki samráðingarrættin víðari

Jens Hákun Leo

25.11.2016 - 12:07

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Katrín Jakobsdóttir, forkvinna í teim Vinstra-Grønu í Íslandi, hevur í morgun latið samráðingarrættin aftur til forsetan í landinum, Guðni Thorlacius Jóhannesson, eftir at tað mikukvøldið kom fram, at samráðingarnar ímillum tey Vinstra-Grønu, Piratarnar, Viðreisn, Bjarta Framtíð og Samfylkingina ikki náddu á mál.

Hetta veit Morgunblaðið at siga, sum í hesum sambandi eisini vísir á, at Guðni Thorlacius Jóhannesson, forseti, á tíðindafundi í morgun hevur kunngjørt, at hann ikki fer at lata samráðingarrættin víðari til nakran annan floksleiðara.

Guðni Thorlacius Jóhannesson førdi á tíðindafundinum fram, at eftir at Katrín Jakobsdóttir hevði latið samráðingarrættin aftur til sín, og eftir at hann hevði havt fund við umboð frá hinum politisku flokkunum í Íslandi, hevur hann gjørt av, at hann ikki fer at lata samráðingarrættin víðari til nakran annan floksleiðara.

Guðni Thorlacius Jóhannesson er tó hugagóður og væntar, at ein loysn fer at verða funnin á tí politiska knútinum í Íslandi innan næstu framtíð:

- Eg havi góðar vónir um, at vit gera framstig yvir vikuskiftið ella komandi dagarnir, men eg kann tó ikki lova nakað, segði Guðni Thorlacius Jóhannesson millum annað á tíðindafundinum í morgun, sambært Morgunblaðnum.

Í morgin eru fýra vikur, síðan altingsvalið var á skránni. Í fyrstu atløgu fekk formaðurin í Sjálfstæðisflokkinum, Bjarni Benediktsson, samráðingarrættin, men eftir at samráðingarnar ímillum Sjálfstæðisflokkin, Framsóknarflokkin, Viðreisn og Bjarta Framtíð ikki bóru á mál, fekk Katrín Jakobsdóttir samráðingarrættin.

Guðni Thorlacius Jóhannesson vónar at enda, sambært Morgunblaðnum, at ein nýggj stjórn verður skipað, áðrenn nýggja tingið kemur saman á fyrsta sinni í næstu framtíð.