Katrín Jakobsdóttir, t.v. saman við Benedikt Jóanessyni fyri Viðreisn og Óttarr Proppé fyri Bjartari Framtíð (Mynd: ruv.is)

Ísland: Katrín tosar við allar flokkar í dag

Ingi Samuelsen

17.11.2016 - 15:42

Tíðindi > Ísland

Í gjár fekk forkvinnan fyri vinstra-grøna flokkin í Íslandi, Katrín Jakobsdóttir heimild frá forseta Íslands at fara undir samráðingar um skipan av stjórn. Hetta hendi eftir, at royndirnar hjá Bjarna Benediktssyni, formanni Sjálvstæðisfloksins, ikki góvu úrslit.

Í dag er so ætlanin, at Katrín skal hava innleiðandi fundir við allar hinar flokkarnar. Flokkarnir verða tiknir inn eftir stødd, byrjandi við umboðum fyri Samfylkingina, tað er íslendski Javnaðarflokkurin, og seinni hevði hon fund við umboð fyri Bjarta Framtíð og Viðreisn saman.

Nú seinnapartin verða so fundir við sitandi forsætisráðharra, Sigurð Inga Jóhansson vegna Framsóknarflokkin, síðan við umboð fyri Piratarnar og at enda við Bjarna Benediktsson, formann í Sjálvstæðisflokkinum.

Úrslitið av altingsvalinum 28. oktober var, at Sjálvstæðisflokkurin fekk 21 sessir, Vinstra-grønu og Piratarnir hvør sínar 10, Framsóknarflokkurin 8, Viðreisn 7, Bjørt Framtíð 4 og Samfylkingin 3.