Bjarni Benediktsson (Mynd: EPA)

Ísland: Politiska støðan gerst neyvan greiðari eftir valið í morgin

Ingi Samuelsen

27.10.2017 - 07:43

Tíðindi > Ísland

Í morgin skulu íslendingar aftur til altingsval, einans eitt ár og ein dag eftir, at val var seinast.

Bjarni Benediktsson, stjórnarleiðari, skrivaði nýval út í heyst eftir at tað kom fram, at hann sjálvur møguliga hevur staðið fyri illgrunasamari sølu av virðisbrøvum beint áðrenn íslendska bankakervið fór av knóranum fyri skjótt tíggju árum síðani.

Sjálvur kom Benediktsson, formaður í Sjálvsteiðisflokkinum, til valdið eftir eitt val, sum snúði seg um leiklutin hjá undanfarna forsætisráðharranum, Sigmundi Davið Gunnlaugssyni úr Framsóknarflokkinum, í sambandi við avdúkingina av Panama-skjølunum.

Sambært veljarakanningunum er einki, sum bendir á, at útlit eru til greiðari politiskt landslag í altinginum eftir valið í morgin. Mynstrið er, at størru flokkarnir ganga aftur, meðan smáu flokkarnir ganga fram, so at tað verða alt fleiri flokkar, ið eru javnir í stødd.

Hóast Sjálvsteiðisflokkurin er farin aftur, so er hann framvegis størstur sambært veljarakanningunum, hóast Vinstra-grøna samfylkingin í onkrari kanning hevur átt munin.

Í leypandi veljarakanningini hjá Morgunblaðnum, stóð Sjálvsteiðisflokkurin í hesi vikuni at fáa 22,9 prosent av atkvøðunum og Vinstri-grøni 19,9 prosent. Síðan koma Samfylkingin við 13,5 prosentum, Miðflokkurin við 12,3 prosentum, Píratar við 9,3 prosentum, Framsóknarflokkurin við 8,6, Viðreisn 5,5, Flokkur fólksins 4,7 og Björt Framtíð 1,8 við prosentum.

Miðflokkurin, ið gerst fjórstørstur sambært veljarakanningini, er nýggjur flokkur. Stovnari er áðurnevndi fyrrverandi forsætisráðharrin Sigmundur Dávið Gunnlaugsson, ið fór úr Framsóknarflokkunum og stovnaði sín egna flokk. Flokkurin hjá Sigmundi Dáviði sær sostatt út til at gerast rættiliga nógv størri enn gamli flokkur hansara, Framsóknarflokkurin, ið fekk 11,5 prosent á valinum fyri einum ári síðani, og tá eisini gekk rættiliga nógv aftur.

Ein annar tapari sær út til at gerast Björt Framtíð, ið fekk 7,2 prosent seinast, og nú ikki sær út til at røkka upp um tinggáttina. Eisini ein annar av nýggjaru flokkunum, Viðreisn, missir undirtøku, hann fekk oman fyri 10 prosent seinast.

Hinvegin sær út til at Samfylkingin, sum er sosialdemokratiska samgongan, har fyrrverandi forsætisrákvinnan, Jóhanna Sigurðardóttir, einaferð stóð á odda fyri, nú aftur kann gerast eitt týðandi íkast í íslendskum politikki.