Floksformenninir, Sigurður Ingi Jóhannsson úr Framsóknarflokkinum, Katrín Jakobsdóttir hjá VinstraGrønu og Bjarni Benediktsson hjá Sjálvsteiðisflokkinum (Samansett mynd: RUV)

Ísland: Samráðingar um breiða samgongu halda fram



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.11.2017 - 08:46

Tíðindi > Ísland

Í dag fæst at vita, um nakað spyrst burtur úr samráðingunum millum flokkarnar VinstraGrønu, Sjálvsteiðisflokkin og Framsóknarflokkin um skipan av nýggjari stjórn í Íslandi.

Ríkisútvarpið skrivar, tað um vikuskiftið hava verið óformellir fundir millum flokkarnar. Í gjárkvøldið høvdu VinstriGrønu floksfund, men einki formelt kom burtur úr fundinum. Fundurin heldur fram á middegi í dag, skrivar ruv.is.

Óformellu fundirnir um vikuskiftið hava snúð seg um grundleggjandi økir, so sum infrakervið og hvussu heilsuverkið og útbúgvingarøkið kunnu mennast, skrivar ríkisútvarpið.

Tingflokkarnir hjá Framsóknarflokkinum og Sjálvstæðisflokkinum fundaðust ikki í gjár, men sagt verður, at báðir flokkarnir eru sinnaðir at halda fram við samrøðunum við VinstraGrønu.

Talan er um teir tríggjar flokkarnar, sum fingu flestar atkvøður á altingsvalinum 28. oktober. Sjálvstæðisflokkurin fekk 16 tingsessir, VinstraGrønu fingu 11 og Framsóknarflokkurin 8. Flokkarnir sita sostatt á 35 av teimum 63 sessunum í Altinginum.