Makedonar sluppu víðari. Her í dystinum fríggjakvøldið móti Føroyum

Ísland slapp ikki víðari, men Makedonia

Ingi Samuelsen

04.12.2016 - 23:39

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Sjey máls ósigurin hjá íslendingum móti makedonum í dag vísti seg at verða so mikið dýrur, at hann kostaði íslendingum víðari luttøkuna í HM-undankappingini í kvinnuhondbólti.

Við at vinna við meira enn seks málum móti Íslandi, tryggjaði Makedonia sær víðari luttøkuna saman við Eysturríki.

Vit skrivaðu fyrr í dag her á Portalinum, at Ísland var víðari orsaka av betri málúrtøku.

Tað hevði Ísland eisini, samlað sæð. Men eftir øllum at døma verður gjørt soleiðis upp, at málúrtøkan móti aftasta liðnum – Føroyum – ikki telur við, tá trý lið enda jøvn.

Eysturríki vann sostatt bólkin við +14 málum og +5 tá dysturin móti Føroyum ikki telur við. Ísland hevði +5 mál, men -3, tá dysturin móti Føroyum ikki er við, meðan Makedonia, hóast samlaða málðurtøkan er 0, er betri enn Ísland, -2, tá dysturin móti Føroyum ikki er við.

Sostatt er henda misskiljing vónandi fingin av vegnum.