Ísland: Stjórnarsamrøðurnar halda fram



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.11.2017 - 08:59

Tíðindi > Ísland

Seinni í hesi vikuni verður greitt, um nakað spyrst burtur úr stjórnarsamráðingunum millum VinstraGrønu, Sjálvsteiðisflokkin og Framsóknarflokkin. Tað upplýsir forseti Íslands, Guðni Th. Jóhannesson.

Formliga hevur hann ikki givið hesum flokkum samráðingarrættin, men hann sigur, at hann verður kunnaður um hvat hendir í samskiftinum millum flokkarnar, og at hann fylgir væl við, skrivar ruv.is.

Tingbólkarnir hjá bæði Sjálvsteiðisflokkinum og Framsóknarflokkinum eru samdir um, at flokkarnir skulu royna at skipa stjórn við VinstraGrønu samfylkingini.

Hinvegin vóru tað tveir av teimum 11 limunum í VinstraGrøna tingbólkinum, sum atkvøddu ímóti at halda fram við samráðingunum við ”gomlu” borgarligu flokkarnar í íslendskum polktikki.

- Hetta verður ein søgulig stjórn, um tað eydnast flokkunum at koma ásamt um at skipa eina ríkisstjórn, segði Katrín Jakobsdóttir, forkvinna fyri tey VinstraGrønu í íslendska sjónvarpinum í gjárkvøldið.

Hon vísti á, at talan er um sera ólíkar flokkar. Kortini eigur flokkarnir at kunna virða sjónarmiðini hjá hvør øðrum og miðsavna seg um tey mál, sum flokkarnir eru samdir um, eitt nú hvussu útbúgvingar- og heilsuverkið skal skipast, skrivar ruv.is.